Booklet / faldari

Byggiætlanin góðkend

Ástaðarfundur var á Krígssavninum 16. mars 2021, har Fornminnisnevndin, saman við nevndini í Krígssavninum, umrøddu byggiætlan savnsins. Høvuðsmálið er at byggja tvær barakkir, ein vestureftir og ein eystureftir, uppí verandi SOR-bygning.
Fornminnisnevndin hevur nú undangóðkent byggiætlanina.

Mynd: Fornminnisnevndin.
V.f. Tórálvur Weihe, skrivari, Julianna Klett, forkvinna, Jóhan Laksafoss, arkitektur og Herleif Hammar, stjóri, Tjóðsavn Føroya.