Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Chester Camp

Við Gróthústanga nærhendis Miðvág og dygst við Vatnið liggja leivdirnar eftir einum sterkum loftverjuskansa frá Seinna heimsbardaga, har fýra 3,7 tumma loftverjukanónir hava staði. Í Havn var eisini ein líknandi loftverjuskansi við fýra kanónum.

Myndakort av økinum
(kortal.fo)

Tey fýra skotvirkini og bunkarin
(kortal.fo)

Byggingin

Í bókini Stríðsárini 5 eftir Niels Juel Arge fáa vit hesar upplýsingar um, hvussu gekst við byggingini av loftverjuskansanum.

Chester Camp í Vágum hevur frí
(Stríðsárini 5)

Í juni 1942 kom ein deild úr Heavy Ack Regiment til Føroya við Thomas, majori, á odda. Við sær hevði hann 146 meinigar og seks yvirmenn.

Einki tykist at hava verið fyrireikað, tá teir komu 1. juli, og tað fyrsta, sum gerast skuldi í Vágum, var at grava niður á fastan botn.

So varð garður gjørdur úr betongi rundan um hvørt kanónskýlið, ið við sínum innvikum hevði rúm til at goyma nakað av lóðrinum og øðrum, sum hoyrdi til.

Hermenn úr Royal Artillery á Chester Camp í 1944
(Stríðsárini 5)

Í august 1942 var komi so langt áleiðis, at farið var undir at stoypa og seta kanónirnar upp. Um hálvan september var onkur kanónin klár, tí eitt royndarskot var latið av, men battaríið var ikki liðugt fyrrenn fyrst í november 1942, tá royndarskjóting verður nevnd í dagbókini.

Tá arbeiðið í Vágum var komið væl áleiðis fór helvtin av manningini til Havnar at fyrireika uppsetingina av kanónstøðini í Havn.

Leivdirnar í dag

Chester Camp, loftverjuskansin, hevði til uppgávu, at verja sunnaru innflúgvingarleiðina til flogvøllin. – Norðara innflúgvingarleiðin til flogvøllin var vard av fleiri smærri loftverjustøðum kring sjálvan flogvøllin, kring Sørvág og kanónstøð við tveimum kanónum heimanfyri Bø, nevnd “Bø Camp”.

Fýra slík skotvirki eru við Chester Camp, í hvørjum av hesum stóð ein 3,7 tumma loftverjukanón

3,7 tumma QF AA loftverjukanónin var mest brúkta tunga loftverjukanónin hjá bretum undir Seinna heimsbardaga. Tað vóru fýra kanónir av hesum slagnum, sum stóðu við Chester Camp.

Leivdirnar av teimum fýra skotvirkjunum við Chester Camp eru framvegis rímiliga heil. Tá ein gongur kring økið í dag sæst, at við loftverjuskansan vóru trý hús gjørd úr betongi, eitt av teimum er ¾ undir jørð og sostatt eitt slag av bunkara. Sunnanfyri loftverjuskansan síggjast leivdirnar eftir umleið 25 barakkum. So hetta hevur verið ein rættuliga stórur “campur”.

Runt um kanónina vóru goymslurúm til lógur o.a.

Teir sum dagliga mannaðu kanónirnar við Chester Camp og kanónir  runt íkring aðrastaðni vóru hermenn úr Royal Artillery.

Í hvussu er trý hús úr betongi hava staði við Chester Camp. Tey standa framvegis uppi

Bunkaralíknandi bygninur. Hetta var kommando bygningurin

Inni í bunkaranum eru fleiri rúm

Sunnanfyri tey fýra skotvirkini síggjast leivdirnar av umleið 25 barakkgrundum

Stabbar undir barakkgólvi

Trappa og stabbar standa eftir

Leivdirnar av tveimum kaminum, laðaðar úr føroyskum gróti, eru eisini at finna á økinum. Í sínari tíð hava tær helst verið sera vakrar. Báðar eru brotnaðar og farnar umkoll

Her sær út til at hava verið ein meira serstakur bygningur, møguliga baðstova e.l.

Tekstur og myndir: Sonni Jacobsen