Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Føroyskt krígsminni í Onglandi

Lunnar eru nú lagdir undir eina verkætlan, The Faroe Islands War Memorial Project (krígsminnisverkætlanin), sum hevur til endamáls at fíggja og seta upp eitt listaverk, eitt minnismerki, til minnis um føroyska stuðulin til Stórabretlands undir Seinna Heimsbardaga.

Verkið verður valt í eini hugskotskapping ímillum føroysk listafólk, og tá ið tað er liðugt, verður tað reist í krígsminnalundini National Memorial Arboretum í Staffordshire uttan fyri Birmingham í Onglandi. Har fer tað at fáa sítt uppiborna pláss saman við hundraðtals øðrum krígsminnum, sum hvørt sær hevur sína serligu søgu at siga.

Søgan um føroyska leiklutin undir krígnum er væl kend her heima. Bretar hertóku Føroyar, sum tá vóru eitt danskt amt, á vári 1940. Føroyska fólkið tók beinanvegin væl ímóti bretum og fór at samstarva við teir.

Frammanundan valdaði drúgt vinalag ímillum fólkini í grannatjóðunum báðum, og ígjøgnum øll stríðsárini stuðlaðu føroysku fiskimenninir bretum við áhaldandi at sigla fisk niður á bretska meginlandið.

Tær flestu sluppirnar høvdu sín uppruna í Bretlandi, vóru gamlar og ofta kallaðar dangur. Tað sigst, at navnið komst av, at áðrenn tær vórðu keyptar til Føroya, lógu tær uppankraðar ymsastaðni í Stórabretlandi og høvdu ávaringarskelti við orðinum “danger” – vandi – á sær, tí tær vóru í so ringum standi,

Føroysku sluppirnar og kolfýrdu trolararnir sigldu vandasjógv í Norðuratlantshavi krígsárini – fyri fyrstu ferð í søguni undir egnum flaggi – og fleiri teirra fórust av krígsávum.

Tað er sagt, at bretski forsætisráðharrin Winston Churchill við krígslok lovaði, at bretar “ongantíð skuldu gloyma Føroyar, sum við fiski hjálpti okkum at breyðføða fólkið undir atlantisku blokaduni – og hetta við so stórum ofrum.”

Men sum frá er liðið, eru tað støðugt færri fólk í Bretlandi, sum minnast tann í tí stóru myndini lítla, men kortini so týdningarmikla leiklutin, ið Føroyar høvdu undir Seinna Heimsbardaga. Stuðulin úr Føroyum hevði alstóran týdning fyri tey sameindu londini og missurin, landið var fyri, var ómetaliga stórur.

Málið hjá the Faroe Islands War Memorial Project er at halda lyftið hjá Winston Churchill og tryggja, at henda søgan ongantíð verður gloymd í Stórabretlandi.

Minnismerkið verður til sum eitt listarligt bíleggingararbeiði. Tað skal sniðgevast og gerast í Føroyum, í størst møguligan mun úr føroyskum tilfari.

Føroyskir myndahøggarar og listafólk annars eru vælkomin at senda inn hugskot og bjóða upp á uppgávuna. Hetta kann gerast um heimasíðuna www.fiwmp.com, har nágreinilig krøv til listaverkið eisini eru lýst.

Verkætlanin skal eisini fíggjast, og peningagávur frá bæði einstaklingum og bólkum eru tí kærkomnar.

Tey, ið hava hug at stuðla peningaliga ella á annan hátt, kunnu kunna seg nærri um hetta á stuðulssíðuni á heimasíðuni www.fiwmp.com

Umframt á heimasíðuni er verkætlanin eisini at finna á Facebook, har síðan eitur Faroe Islands War Memorial Project. Á síðuni ber eisini til at gerast limur í bólkinum Faroe Islands War Memorial Community, har limir eru vælkomnir at siga frá søgum frá krígnum og krígsminnum ella lesa tað, ið onnur skriva.


Til ber at lesa meira um National Memorial Arboretum í Staffordshire á teirra heimasíðu, https://www.thenma.org.uk/

Kelda: vp.fo 27/08/2021 09:49