Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Fyri faðirleys

3. juni 2019 gav Posta út frímerki, sum er endurprent av vælgerðarmerkjunum “Fyri faðirleys”, sum føroyskir útisetar í Danmark tóku stig til undir seinna heimsbardaga fyri at hjálpa faðirleysum børnum í Føroyum.

Í smb. við útgávuna hevur Posta eisini latið gera eina áhugaverda søguliga frágreiðing um bakgrundina fyri nevndu vælgerðarmerkjum, sum verður endurgivin niðanfyri her:


– – –

Hendan frímerkjaútgávan heiðrar eisini “Merkið”, nú hundrað ár eru liðin síðan tað varð borið alment fram á fysta sinni í Nordmansdalen við Fredensborg í Danmark. Merkið varð teknað av táverandi stud.jur. Jens Olivur Lisberg úr Fámjin saman við Janusi Øssursyni og Paula Dahl.

25. apríl 1940 viðurkendi bretska hersetingarvaldið “Merkið” sum tjóðarmerki føroyinga. Síðani 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum flaggdagur føroyinga.


“Barnagrunnurin Fyri Faðirleys” – “Merkið” og “Móðir og barn”.

Annar heimsbardagi og Føroyar
Við týsku hersetingini av Danmark 9. apríl 1940 varð sambandið kvett millum ríkispartarnar. 13. apríl 1940 hersettu bretar Føroyar við givnum lyfti um, at oyggjarnar vórðu latnar Danmark aftur, tá kríggið var av – og at politiska støða Føroya tá skuldi verða “status quo” ella óbroytt í mun til tíðina fyri hersetingina.

Krígsárini vóru Føroyar við sínum 27.000 íbúgvum stýrdar av amtmanninum Aage Hilbert og Løgtinginum í felag, har ein bráðfeingisstýrisskipan varð tikin í brúk í 1940 – hon stóð við til í 1948. Avbjóðingarnar vóru ovurhonds stórar í allar mátar – politiskt, búskaparliga og mentanarliga, – m.a. vóru áleið 8.000 bretskir hermenn í Føroyum, tá teir vóru flestir.

Skipini máttu sigla
Fremsti vinnuvegur føroyinga var fiskiskapur – tá sum nú – og skjótt máttu vit føroyingar ásanna gamla orðatakið: “Ringt er at hava hjallin á sjónum”. – Hóast nakað varð fiskað krígsárini, so var mestur dentur lagdur á at keypa og føra ísfiskalastir úr Íslandi á marknaðin í Bretlandi. Hartil kravdist heldur ikki so nógv manning, tá vandasjógvur skuldi siglast, og um illa vildi við.

Sum kríggið nærkaðist Føroyum fingu føroyingar eisini ólukkurnar at kenna. Okkara skip komu at sigla vandasjógv millum minur í hópatali, luftálop frá týskum flogførum, torpedoir frá sníkjandi kavbátum og ikki minst sløktar vitar. Hvørt verri enn annað. – Og hóast hetta, so var túratalið til Bretlands hjá føroysku skipunum krígsárini seinni gjørt upp til 2.354 túrar við 151.973 tonsum av ísfiski. 4000 mans luttóku tilsamans í hesari vandasigling við 187 skipum. Sterlingágóðin í Bretlandi var upp á o.u. £ 2,8 mió. í juli 1945 til kurs 22,40 DKK – tó seinni ásettur av donsku stjórnini til 19,34 DKK.

Flaggspurningurin. “Dannebrog” skift út við “Merkið”
Sjálvsagt var tørvur á, at føroysk skip høvdu annað flag enn danska “Dannebrog” á stong í teirra ørindum í Bretlandi, tá Týskland jú hevði hersett Danmark – soleiðis gjørdist tað Bretland, ið “gav” føroyingum “Merkið”, tað føroyska flaggið. “Merkið” var viðurkent 25. apríl 1940, hóast amtmaðurin Aage Hilbert stríddist ímóti føroyskum “súmbolum” m.a. eisini føroyskum frímerkjum – og vísti eitt nú til “status quo” lyftið breta i flagspurninginum.

Skip hvørva við mann og mús
Sluppin “Aldan” fórst í endanum av juli 1940, sum tað fyrsta føroyska skipið ávegis til Aberdeen – tað fyrsta av 16 skipum, ið somuleiðis kravdu mannskaða krígsárini; men harumframt fórust 22 onnur skip, har øll manningin varð bjargað. – Ein bygd sum Vestmanna misti t.d. 5 av 7 skipum hesi árini.
Mannfallið hesi árini 1939 -1945 av krígsávum var 210. – 150 við føroyskum skipum; nógvir við útlendskum skipum – og so einstakir aðrir á landi. Einkjurnar í stórum tali vóru hetjurnar við millum 240 – 300 faðirleysum børnum – (keldur eru ymiskar á máli viðvíkjandi hesum tali) – har eingin almennur sosialur trygdarkassi tók við – tað eru hesi, sum føroyingar minnast og ofta taka til. Í hagtølum vóru Føroyar millum tær tjóðir, ið mistu flest fólk í mun til fólkatalið. Tað verður sagt – møguliga av røttum, at einans Pólland og Nýsæland mistu fleiri fólk lutfalsliga. – Síðani 1. november 1949 (Allahalgannadag) hevur á hvørjum ári regluliga verið hildið minningarhald í Føroyum fyri sjólætnum. Dagurin var ásettur av Føroya Løgtingi.

Føroyingar í útlegd – í Danmark
Í Danmark vóru áleið 3000 føroyingar staddir, tá Danmark varð hersett 9. apríl 1940. Teir sluppu ongan veg heim. “Føringafelagið” í Keypmannahavn gjørdist skjótt teirra savningarstað – og tann virkisfýsni Sigurð Joensen var millum teirra, ið tóku stig til at geva út blaðið “Búgvin” (Búgvin er stakkur norðanvert Eysturoynna). Endamálið við Búgvanum var at savna øll tíðindi úr Føroyum, ið oftast mundu koma við posti umvegis Svøríki, ið varðveitti støðuna sum uttanveltað land øll krígsárini. Hetta gjørdust nærum altíð ”gomul tíðindi”, men á henda hátt frættu útisetarnir hesi ófrættaboðini, um hvørji skip vóru gingin burtur, hvussu nógvir mans vóru farnir við hvørjum skipi; og ofta eisini hvørjir teir vóru. – Búgvin nevnir so at siga øll skipini sum fórust.

“Barnagrunnurin Fyri Faðirleys” stovnsettur
Búgvin skrivar 1. oktober 1941 á forsíðuni: ”Hetta lítla merkið, ið omanfyri stendur, skal hjálpa føroyskum smábørnum, ið kríggið hevur gjørt faðirleys. Vit sóu í seinasta Búgva hvussu mangir fórust í fjør, og tað er fryktandi fyri, at uppaftur fleiri eru burturgingnir í ár. – Táið vit seta merkið á tey brøv vit senda okkara millum, og serliga á tey vit senda til Føroya, tá vísa vit okkara vilja til at styðja og gleða smáar, illa staddar landsmenn; vit burturstøddu eru so stórur partur av Føroya fólki, at tað krevst at eisini vit eftir førimuni arbeiða fyri fólki okkara; børnini eru Føroya framtíð. – Janus Kamban hevur teknað myndina. Merkið, ið er flagg okkara, vita vit at øll hava tokka til og gleðiliga seta á brøv síni. – Vit undirritaðu svara fyri, at tað ið inn kemur, fer til børnini og avgreiðsluútløgur verða ongar.

Malla Samuelsen, Sigrið Mouritsen, Margit Øssurson, Astrið á Rógvi, Astrið Klein og Hanna Vang.

Merkið verður at fáa har Føroyingar koma saman og hjá omanfyrinevndu konum. Nú vóna vit, at tað verður væl ímóti tí tikið. Tað er longu tíð at fara at hugsa um jólabrøvini til Føroya, gloymið so ikki at seta merkið á tey. Fyrsta upplag er í 50.000 eint. Tey áttu at verðið seld í ár. Prísurin er 2 oyru. Fyri 50 oyru fáa tygum eitt ark við 25 merkjum.

Hanna Vang, avgreiðslukona, Venedigvej 8,2”.


Í tí næsta Búgvanum var kunngjørt, hvar í Danmark merkini fingust umframt frá áður nevndu kvinnum, hvørs felagsnevnari annars var, at tær stóðu fyri sunnudagsskúlanum hjá føroyskum børnum í Keypmannahavn:

Í Jútlandi fekst merkið hjá Kammu Ingvarstsen, Aabyhøj.

Á Fjóni hjá Gudmund Bruun, prósti, Hesselager.

Í Marstal hjá Fischer Heinesen. Fischer og Olaf Petersen vóru grannskoðarar hjá grunninum.

Eisini fingust merkini við at gjalda pening inn á girokontonummar 30720 sæst at lesa í Búgvanum.

Fullvæl kendu hesar somu kvinnur, hvussu óttin og sorgin mundu kennast har heima. Tað kann nevnast, at maður Sigrið Mouritsen, ið æt Hans Pauli Mouritsen sigldi við ØK skipinum m/s Selandia, tá Danmark varð hersett. Skipið fór undir suðurafrikanskt flagg og sigldi fyri teir sameindu alt kríggið. Hans Pauli kom ikki aftur til Danmarkar fyrr enn í mars 1946. ØK átti 15 skip, tá ið kríggið byrjaði; 11 teirra vóru torpederað.

Somuleiðis skal nevnast, at bróðir Fischer Heinesen, Jákup Heinesen, skipari, var ein av 8 monnum, ið gingu burtur við Ekliptiku í mars 1941. Eftir hann sat konan Fía við 5 børnum.

Barnahjálpargrunnurin í Føroyum tekur við
Í Danmark bórust tíðindini úr Føroyum um, at ”Barnahjálpargrunnurin” var stovnsettur 4. apríl 1942. Tað var nevniliga Petur Háberg sum fekk hugskotið, tá ið hann frætti tíðindi um grunnin Fyri Faðirleys í einari “Radiohilsen” í donskum útvarpi.

Og í juli 1944 skrivar Búgvin, at Barnahjálpargrunnurin í Føroyum eins og Barnagrunnurin Fyri Faðirleys í Danmark hevði givið út eitt brævamerki. Endamálið hjá báðum grunnunum var hitt sama: Ágóðin av merkjasøluni og inntøkur annars (gávur) skuldu verða nýttur til illa stødd børn í Føroyum.
Tað er merkisvert at báðir hesir grunnar nevndu tey ”faðirleysu” í sínum endamálsgreinum. Tað mundi vera tíðin sum ”kravdi” hesa orðing, sum tó seinni varð broytt til ”foreldraleys” hjá Barnahjálpargrunninum.

Tær, sum høvdu sett á stovn Barnagrunnin Fyri Faðirleys, hugsaðu um Barnahjálpargrunnin í Føroyum, nú kríggið leið móti endanum. Sum Hanna við Høgadalsá (áður Vang) segði í samrøðu við undirritaða í 2002: ”Bæði roknskapur varð førdur, og gerðabók skrivað. – Vit bjóðaðu ikki til at býta nakað út í Føroyum úr Danmark”.

Sjálv var Hanna við Høgadalsá (1917 – 2004) kassameistari og hon mintist, at hon og familjan tóku fyrsta skipið til Føroya, nevniliga ferðamannaskipið SS Aarhus, sum kom á Havnina 04.08 í 1945. Hanna segði, at hon tók tá alt við sær, bæði pening og brævamerkir – ein stóran brævbjálva. Heimkomin fór hon beinleiðis at vitja Petur Háberg, sum umboðaði Barnahjálpargrunnin. Skjøl hjá Barnahjálpargrunninum vísa, at upphæddin frá Fyri Faðirleys var á 5.205,74 Kr. (Svarandi til áleið eina ársløn hjá einum arbeiðsmanni í 1945).
Álvur Danielsen

Um ”Merkið”. Myndina gjørdi Janus Kamban. Prent J. Jørgensen & Co. Bogtrykkeri, Keypmannahavn. 1. prent í september 1941 taldi 2171 ørk á 25 merki. 2. prent kom í oktober 1943 og taldi 2125 ørk á 25 merki. Tey vóru seld fyri 2 oyra/merki. ”Búmerkið” hjá J. Jørgensen & Co. sæst bert á seinna prenti. Ein annar munur er, at meðan límið er myrkt og sæst sera væl á fyrra prentinum, so er límið á tí seinna av slagnum “dekstrin”, og sæst ikki so væl.

Um: ”Móðir og barn”. Myndina gjørdi Janus Kamban. Prent J. Jørgensen & Co. Keypmannahavn í mars 1945. Prentað vóru gott 4.000 ørk á 25 merki og vóru tey seld fyrstu ferð á páskum í Føroyingafelagnum. Prísurin var 2 oyru merki. Nýtta límið var av slagnum “dekstrin”. Serliga hetta seinna merkið hevur verið nógv sæð brúkt í Føroyum. Tað sigst, at Barnahjálpargrunnurin fekk 80.000 eintøk at selja.

Janus Kamban (1913-2009) sum gjørdi myndirnar ókeypis til tey bæði merkini. Í samrøðu undirritaði hevði við hann í 2006 segði Janus um fyrra merkið: ”Jú, tað vóru tíðindi úr Føroyum. Vit fylgdu væl við. – Flaggið fekk dópin, tá Ísland helt 1000 ára hátíðarhaldi í 1930, og Stauning segði: ”Tag så den klud ned” og peikaði á føroyska flaggið. Mitens var har” (Red. Edward Mitens, Løgtingsformaður) Soleiðis var tað gleðin um viðurkenningina av Merkinum, sum gav Janusi íblástur til hetta merkið.

Um smáarkið: Her síggjast “Merkið” og “Móðir og barn” – merkini hjá grunninum Fyri Faðirleys. Eisini sæst sluppin “Aldan” úr Vági, sum fórst við 6 monnum.

Umframt nevndu keldur í tekstinum, so hava serliga hesar verið nýttar:

–    Víkingasynir, Jákup Joensen,1947.
–    Kissa – við áir og vøtn, Sprotin, 1996. (Kissa var kassameistari í “Barnahjálpargrunninum” í nógv ár.)
–    FF blaðið Nr. 353 frá 27.10.2005.
–    Skjøl hjá Barnahjálpargrunninum á Landsskjalasavninum.
–    Samrøða við Áslu Poulsen, Tórshavn í 2003.
 

Lagt út 27.08.2019 s.j.