Fyrilestur um bretsku verjuskipanina áðrenn og undir krígnum
Í kvøld var ein eitt sindur annarleiðis og áhugaverdur fyrilestur hildin í Gamla skúla í Sørvági. Tað var captain Steve Lloyds, sum er serfrøðingur í søguni hjá R.A.F, sum helt fyrilesturin, sum hann nevndi “The origins of the UK Air Defence System”. Í fyrilesturin kom hann eisini rættuliga nógv inn á viðurskifti í Føroyum undir Seinna heimsbardaga og um flogvøllin, sum bretar bygdu í Vágum árini 1942-43 og eisini um Flúgvarabedingina og tað brúk, sum var har..
Og hetta er áhugavert, ikki minst fyri Vágafólk, sum alt sítt lív hava havt flogvøllin so tætt at sær. At høli var so gott sum fult, sýnti eisini, at tað er stórur áhugi fyri evninum.
Í fyrilestrinum greiddi Steve Lloyds rættuliga gjølla frá hvussu bretska lofverjuskipanin varð bygd upp frá áðrenn Fyrsta heimsbardaga og upp til og við Annan heimsbardaga. Frá faktiskt ongari verju, har fíggindin í byrjanini av Fyrsta heimsbardaga ótarnaður kundi koma yvir Ongland og bumba og annars nærum gera tað honum lysti, til eina, eftir tátíðar meti, hátøknuliga verjuskipan við radarum og peilistøðum o.s.fr., sum teir høvdu undir Øðrum heimsbardaga og nakað áðrenn tað eisini. Eingin ivi er um, at tað var hendan skipanin, sum bjargaði bretum kríggið. Í flogførum vóru teir annars 1 til 3.
Tá bretar komu til Føroyar høvdu teir eisini hesa tøknina við sær. Lloyd kundi siga okkum, at í Føroyum vóru 5 radarastøðir, sum samlað fingu eina mynd av havøkinum kring Føroyar í uml. 30 km. út. Tað vóru stillstandandi radarar, ikki roterandi, sum í dag.
Hann greiddi eisini rímuliga gjølla frá hví Vágar vórðu valdar at byggja flogvøll á og um S.O.R. bygningin. Steve Lloyd segði eisini, at hann hevði játtað at hjálpa til við at fáa staðfest hvussu bygningurin hevur verið innrættaður og hvussu alt hevur verið og virkað har inni. Hann hevur verið 6 tímar har í dag og kundi longu staðfesta eina rúgvu, m.a. innrætting, hvussu streymkáplar, telfonlinjur og miðstøðuhiti, sum var í húsunum, hevur ligið upprunaliga o.a.m.
Orð og myndir: Sonni Jacobsen
Uttanfyri í gongini lógu nøkur skriv og lutir av sama slag, sum hava verið í SOR bygninginum