Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Gróthúsið við Skipá í Sørvági

Bretska hervaldið bygdi, undir Seinna Heimsbardaga, hetta snøgga gróthúsið við ytru Skipá í Sørvági. Húsið sæst á korti hjá bretum, dagf. 9. November 1942. Beint uttanfyri stóð eisini ein stór barakk.


Loftmynd frá 1943, pílurin vísur á húsini, við síðuna av sæst stóra barakkin.

Lars Larsen, ið lærdi el-læru hjá bretum, hevur greitt okkum frá, at húsið var elverk til vitan á Múlanum á Sørvágsfirði.

Nógv bretsk skipaferðsla var á Sørvág hesa tíðina og neyðugt var at byggja ein góðan vita at meta seg eftir, tá ið siglt varð inn ella út eftir firðinum.

Allir vitar í Føroyum stóðu sløktir undir krígnum, men kundu so tendrast tær løturnar, tá ið bretar sjálvir høvdu brúk fyri teimum. Sostatt hevur henda skipanin, at stýra vitanum úr bygdini, verið hent.  

Vitin á Múlanum var eisini útgjørdur við mjørka-klokku, ið hoyrdist langan veg.

Millum húsið við Skipá og Múlan var el-kaðal til vitaljósið. Klokkan varð rikin við trýstluft, ið fekk kúlvin at sláa. Stórar luftfløskur vóru í vitanum.

Húsið innan undir krígnum:
1. Stewart bensin-motorur
2. Dynamo
3. El-talva
4. Akkumulatorar

Á miðjum gólvi í húsinum við Skipá stóð ein 2-cyl. Stewart bensinmotorur, uml. 5–10 hk., við dynamo. Tvær stórar el-talvur vóru eisini í rúminum. Har varð vitin tendraður og sløktur; har vóru sikringar, kontrollampur og stýring av trýstluftini til klokkuna á Múlanum.

Í eystara enda á húsinum var akkumulatorrúmið. Har stóðu 110 glas-sellur (kør), 2 volt hvør, til støddar einar 50x30x20 cm. Útgerðin var sostatt 220 volt, nógvir ampértímar og nógv kraft. Í glas-sellum vóru blýggj-element og svávulsýra.

Tá ið kríggið var av, royndu bretar at selja alla hesa vitaskipan til føroyskar myndugleikar, men áhugin higani var ikki stórur. Tískil avmonteraðu teir vitan, ta stóru klokkuna og kaðalin heim til Skipánna. Útgerðin fór aftur til Bretlands.

Fleiri sørvingar arbeiddu saman við bretum tá ið bygt varð og eisini at rigga av. Lars varð settur til at avmontera útgerðina í húsinum við Skipá. Svávulsýruna stoytti hann upp í stórar glasfløskur, einar 40-50 litrar hvør. Hetta arbeiðið beindi fyri tveimum ketildraktum.

Saman við Lars vóru eisini Eli Lauritsen, Eskild Mortensen og Sønrup Petersen í el-læru hjá bretum.

Ein skifti eftir kríggið var húsið við Skipá bústaður hjá 1. meistara á “Vesturvarða”, Johannes Mortensen og konuni Hansinu (Missan). Onnur hava eisini búð í húsinum.

Tekstur, myndir og skitsa: Dánjal Poulsen

Loftmynd: Krígssavnið