Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Kavbátagørn á Skálafjørðinum

Frásøgn: Hilmar Kass

Tvær hendingar í samband við kavbátagørnini á Skálafjørðinum:

Austerlitz slítur
M/s Austerlitz lá vetrarbundin undir Ringunum nakað innan fyri kirkjuna við Sjógv. Stýriborðsketan var landketa, hon var fest í jarnstólpa, sum var festur í klettin á Rættarhamri. Bakborðsankar var slept út frá landi. Stýriborðsketan var smekrari enn bakborðsketan.

Seint leygarkvøldið tann 6. des. 1941 brann stormur á av útnyrðingi, og út á náttina gjørdist av ringasta veðri, sum menn vistu um.

Nógv skip fóru á land hesa náttina, og damparin Sauterness sakk sunnudagin í Fugloyarfirði, øll, sum við vóru, sjólótust.

Sunnunáttina ringdi Símun við Keldu til pápa og segði, at Austerlitz hevði slitið og var horvin undan Ringunum. Tað var ikki hugsingur um at gera nakað tá. Veðrið var verri enn so. Ikki var annað at vænta, enn at skipið var drivið á land og farið í smildur. Í lýsingini sunnumorgunin hómaðist skip yviri undir Rók, og skjótt sást, at tað var Austerlitz, sum lá fyri akkeri har.

Reyðu linjurnar sína hvar kavbátagørnini lógu um Skálafjørðin. Nakrar smala smovur vóru, har siglast kundi.
(Skitsa smb. uppl. frá  Hilmar Kass.)

Tað var framvegis ringt veður, tó varð farið umborð við opnum maskinbáti. Skipið lá trygt fyri bakborðsakkeri 20 – 30 metrar úr landi.

Seinni um dagin minkaði vindurin, og farið varð at hiva inn, men akkerið stóð sum í botni. Flot varð so sett á, og ketan slept, og skipið varð lagt við Hulk. Landketan var slitnað, og Austerlitz var farin á drift og hevði drigið bakborðsakkerið eftir sær, men tá skipið var komið um kavbátagørnini, var tað so heppið, at akkerið krøkti seg í grunnketuna á kavbátagørnunum, og tá helt.

Mánadagin var betri veður, og farið varð at royna at fáa akkerið upp og loysa tað frá grunnketuni. Tað eydnaðist við nóg stríð at hiva grunnketuna upp og gera akkerið leyst.

“Austerlitz” av Strondum

Ongin ivi er um, at kavbátagørnini bjargaðu Austerlitz, tí skipið hevði drivið beint á Rókina, og fingið so stóran skaða, at tað helst hevði verið vrak. Tingakrossur skrivaði um, at nógv skip høvdu slitið og vóru rikin á land , og at Austerlitz var føst í kavbátagørnum.

Blaðið varð steðgað eina tíð, tí tað hevði avdúkað hernaðarlig loyndarmál.

Útróðrardagur
Kavbátagørnini, sum stóðu suður og norð, vóru ikki áføst tey, sum gingu eystur og vestur, har var glopp á.Vit komu av útróðri ein sjaskdag av landsynningi við regni. Fyri at stytta um, fóru vit gjøgnum gloppið við vinkulin millum gørnini, men tað var ikki góðtikið. Tá vit komu inn fyri Berg, vórðu vit veittraðir at landi. Har vóru heryvirmenn, sum góvu okkum eina skolu og gjørdu okkum greitt, at hetta mátti ikki henda aftur.