Ráðharri í bretska parlamentinum í London vitjaði Krígssavnið 10. mars 2015
The Rt Hon Alistair Carmichael MP, Secretary of State for Scotland, hevur verið í Føroyum og kunnað seg um føroysk viðurskifti. Hann hevur hitt løgmann og landsstýrismenninar í vinnu- og fiskivinnumálum. Hann hevur eisini vitjað nakrar vinnufyritøkur.
10. mars vitjaði ráðharrin á Krígssavninum, har Rósa Samuelsen, borgarsjóri í Vága kommunu, saman við Karl Jóhan Nielsen, formann í Krígssavninum tóku ímóti.
Í stuttari røðu bjóðaði Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, ráðharranum vælkomnum, og greiddi frá tí serstøku tíð, tá ið so nógvir hermenn, skotar og eingilsmenn, vóru í Føroyum.
Síðan vísti Karl Jóhan ráðharranum savnið, sum hann vísti stóran áhuga, og fegnaðist um, at stig vóru tikin til føroyska Krígssavnið, so at bæði føroyingar og bretar kundu minnast, og læra um hetta serstaka tíðarskeiðið, 1940-1945, sum hevði so stórt árin, bæði á Bretland og Føroyar.
Eftir vitjanina á Krígssavninum varð farið norður í bretska kirkjugarðin, at leggja krans við tær 14 hermannagravirnar, frá seinna heimsbardaga.
Síðan fóru ráðharrin við fylgi á flogvøllin, har hann hitti stjórarnar í Atlantsflogi og Vága Floghavn og var rundferð við tyrlu, áðrenn hann fór av aftur landinum við flogfari.
Alistair Carmichael
Rósa Samuelsen, borgarstjóri og Karl Jóhan Nielsen, formaður í Krígssavninum til reiðar at taka ímóti Alistair Carmichael ráðharra
Rósa Samuelsen flytir fram røðu, og bjóðar Alistair Carmichael vælkomnum
Karl Jóhan Nielsen greiðir ráðharranum frá inni á savninum
Dánjal Poulsen, Karl Jóhan Nielsen, Rósa Samuelsen og Alistair Carmichael
Bretskir hermenn liggja grivnir í hermannakirkjugarðinum í Miðvági
(Mynd: Jan Müller)
Alistair Carmichael MP leggur krans
Orð og myndir: Dánjal Poulsen