Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Russiskur admiralur vitjar undir seinna heimsbardaga

Hendan frásøgnin hevur samband við lutir og skjøl, sum eru at finna á Krígssavninum.

Á náttartíð heystið 1943, komu herskip inn á Selvík uttanfyri Sørvág. Við var ein russiskur admiralur. Admiralurin varð sigldur inn á Sørvág og kom m.a. á vitjan hjá sjóoffiserinum, kaptain W.H. Whittle, ið hevði skrivstovu í húsunum hjá Laurinu Jacobsen, úti á Bakka í Sørvági, har Whittle og ein annar bretskur sjóoffiserur búðu. Kaptain W.H. Whittle var ovasti fyri øllum sjóflutningi hjá bretum til og úr Føroyum undir krígnum.

Passið hjá Laurinu er útskrivað av bretum undir krígnum. Hetta vóru serlig pass bert nýtt í Vágum.

Laurina fekk einki at vita um grundina til vitjanina hjá admiralinum og fekk strong boð frá bretum um einki at siga. Og hesi boð helt hon neyvt – ikki fyrr enn eini fimmti ár seinni segði hon familjuni frá sjáldsomu vitjanini og sýndi teimum ein seðil, ið hon hevði fingið sum minni frá russiska admiralinum, áðrenn hann fór avstað aftur. Aftan á seðilinum hava bretar eisini skrivað nøkur orð.

Málningur frá 1943 av marinu kapteini, W.H. Whittle, har hann situr inni í stovuni hjá Laurinu. (Passið hjá Laurinu og málningurin av Whittle eru til skjals á Krígssavninum).

Seðilin Laurina fekk er skrivaður á russiskum og er nú handaður Krígssavninum og er til skjals á framsýning savnsins. Á seðilinum, sum savnið hevur fingið serfrøðing í russiskum at týða, stendur:

   Hægsti – kontr.-admiral
   sovjetiski flotin
   S. Brykin
   24. Oktober 1943
   sovjet flotin

Aftan á seðilinum stendur skrivað á enskum: 

   Engineer Rear Admiral of
   The Soviet Fleet
   S. Brykin

Russiski kontraadmiralurin S. Brykin

Við at kanna eitt sindur í søguligum keldum frá seinna heimsbardaga kemur fram, at S. Brykin, kontraadmiralur í russiska herflotanum, er umboð hjá russum á sendistovu teirra í London og hevur starv sum millummaður millum russiska flotan og teir sameindu.

Nevnast kann eisini, at í skjali frá 1945, beint eftir at seinni heimsbardagið er lokin, verður nevnt, at kontraadmiralurin, S. Brykin, vegna russiska herflotan, er við í samráðingum í London millum russar og teir sameindu um felags átak, at rudda burtur aftur minur úr Evropeiskum havøkið.

Tíverri hevur ikki eydnast at finna mynd av kontra admirali S. Brykin, men mynd er av nøkrum av hansara nærmastu samstarvs feløgum.
Frá vinstru: Russiski ambasadørurin í Bretlandi Ivan Mikhailovich Maisky, Generalloytnanturin Golikov og kontra admiralurin Kharlamov, uttanfyri Russisku ambasaduna í London hin 9. Juli 1941.

Í nú almannakunngjørdum loggbókum frá bretskum herskipum undir krígnum kann finnast fram til mangt og hvat. Í loggbók hjá destroyðaranum HMS Milne, verður sagt, at hin 18. oktober 1943 ferð Milne av Scapa Flow til Seydisfjarðar til eina ráðstevnu í sambandi við eina konvoi. Við HMS Milne er russiski kontraadmiralurin S. Brykin. Hin 19. oktober eru teir komnir á Seydisfjørð. 23. oktober er Milne á Skálafjørðinum, ið er bretsk flotahavn í Føroyum undir krígnum, og hin 24. oktober er Milne aftur á Seydisfirði. Hvørji ørindini eru í Føroyum verður einki nevnt um.

Nærliggjandi er at hugsa, at Brykin kontraadmiralur kom til Føroya av Seydisfirði við HMS Milne, sum hin 18. oktober flutti hann av Scapa Flow til Seydisfjarðar, og er stutt eftir midnátt hin 24. oktober komin inn á Sørvág við Milne, sum er á veg av Skálafirði aftur til Seydisfjarðar. HMS Milne er einasta skip í stóru flotadeildini, sum skal verja áðurnevndu konvoi, sum ger ørindi úr Íslandi og til Føroya hesar dagar. Hugsandi er eisini, at grundin til, at teir eru kominir inn á Sørvágsfjørð er flogvøllurin í Vágum, og at Brykin helst morgunin eftir er farin til Onglands við bretskum hernaðarflogfari. At ein so høgtstandandi offiserur hjá teimum sameindu varð flogin úr Føroyum mátti sjálvsagt dyljast sum mansmorð.

Bretski destroyarin, HMS Milne, sum sigldi russiska kontra admiralin, S. Brykin til Seydisfjarðar og síðan til Føroyar

Eingin ivi er um rættleikan í skjalinum Laurina fekk, tí dagurin nevndur er á skjalinum samsvarðar nágreiniliga tíðina HMS Milne er í Føroyum, nevniliga 23. og 24. oktober 1943 og so tað, at tað var júst HMS Milne, sum fáar dagar undan, hin 18. oktober, førdi S. Brykin frá Scapa Flow til Seydisfjarðar.

HMS Milne fór aftur til Íslands og hagan til Russlands, meðan Brykin hevði starv sítt í London og skuldi aftur hagar. Nevnt verður, at uppgávan hjá Brykin á Seydisfirði var at kunna ovastan fyri russisku herskipunum um ætlanirnar við konvoiðini og at geva honum boð frá russisku flotaleiðsluni, áðrenn flotadeildin sigldi.

Operation F R og konvoj RA-54A

Operation FR fór fram seinnu hálvu av oktober 1943, har ein stór flotadeild fyrst samlast á Seydisfirði í Íslandi og hagan siglir til Norður Russlands. Fyrsti partur av uppgávuni, nevniliga “Operation FR” er at sigla serbygda amerikanska útgerð, ætlaða til russiska herflotan, til Russlands við herskipunum. Nevnt verður, at høvið verður eisini nýtt, at flyta nakað av posti og aðrari frakt við herskipunum til Russlands. Fimm smærri minnuruddarar og 6 torpedubátar, sum russar hava lænt og sum eru mannaðir við russum, vóru við í flotadeildini frá Seydisfirði og skuldu avhendast russiska Norðurflotanum.

Næsti partur av uppgávuni byrjar hin 1. november 1943 og er at verja konvoi “RA-54A”, ið er stór mongd av handilsskipum, sum síðan várið 1943 høvdu ligið í Norður Russlandi og føra tey trygt aftur til bretlands.

Hetta vóru skip, sum tey flestu høvdu ligið í Arkangels, tí konvoiferðirnar hjá hesum skipum tvørtur um Atlantshavið várið og summarið 1943 vóru avlýstar vegna stóran miss av skipum. Slagið um Atlantarhavið var nú við at venda til fyrimuns fyri teir Sameindu og tí var nú roynt at fáa skipini heim.

Nevnt verður, at nøkur av skipunum høvdu hesa tíð luttikið í sigling hjá russum við flutningi av útgerð millum russiskar havnir.

Einki verður upplýst um, hvussu mong skipini eru, men tey munnu helst hava verið rættuliga mong í talið út frá ovursterku verjuni, ið send varð at fylgja teimum heim aftur. Tveir krússarar, tíggju destroyðarar, ein korvett og tveir stórir minusóparar sigla av Seydisfiriði. Harafturat leggjast enn fleiri herskip til verjuna av konvoiðini á leiðini úr Russlandi, harímillum eitt slagskip og eitt hangarskip.

Bretar siga í síni frásøgn, at átakið varð seinka av ringum veðri, vánaligum arbeiðslag hjá russum og trupulleikum við visaðum og passum. Sagt verður eisini, at leiðarin av russisku minusóparunum og torpedubátunum varð kunnaður um átakið av kontra admiralinum S. Brykin, frá Sovjetisku sendistovuni í London, sum varð við til ráðstevnuna á Seydisfirði, áðrenn flotadeildin sigldi.  

Í herflotadeildini av Seydisfjørði og til Norður Russlands eru krússararnir, HMS London og USS Augusta. Destroyðararnir, HMS Mahratta, Matchless, Milne, Musketeer, Saumarez, Savage, Scourge, Scorpion og Westcott. Korvettin, HMS Eglantine og minuruddararnir, HMS Harrier og Seagull.

Tá konvoiðin, RA-54A, hin 1. november 1943, ferð úr Russlandi fylgja tveir russiskir detroyðarar, Gromki og Kuibyshev, konvojini á leið hin 1. til 3. november.
Men hetta er ikki alt, á ferðini úr Russlandi leggjast enn fleiri herskip til verjuna av konvoiðini. Millum 2. og 8. november fylgja krússararnir HMS Belfast, Kent og Norfolk við konvoiðini.

Krússararin HMS Belfast, sum var partur av verjuni av RA-54A, er í dag ogn hjá Imperial War Museum og liggur sum flótandi savn í London.

Frá 10. til 13. november fylgja minusóparin HMS Halcyon og destoyðararnir HMS Brissenden og Middleton við konvoiðini sum verja.

Longur burturstødd og sum fjar verja, ið kann tilkallast rímuliga skjótt, er hangarskipið HMS Formidable, slagskipið HMS Anson, krússarin HMS Jamaica, destroyðararnir HMS Onslow og Venus umframt amerikansku destroyðararnir USS Capps og Hobson og kanadiski destoyðarin Haida og norski destroyðarin Strod.

Bretska hangarskipi, HMS Formidable, var eisini partur av verjuni av RA-54A

Telur ein saman er talan um sera stórt hernaðartiltak. Við í átakinum eru eitt slagskip, eitt hangarskip, seks krússarar, tjúgu destroyðarar, ein korvett og tríggjir minusóparar, sum alla tíðina ella partvís fylgja konvoiðini.

Tjúkk toka seinkaði konvoiðini, men gjørdi eisini, at konvoiðin ikki varð sædd av fíggindanum. Konvoiðin kom fram í Loch Ewe í Skottlandi í øllum góðum hin 14. november, uttan at hava verið fyri álopi.

Sonni Jacobsen