Sjáldsom mynd komin undan kavi
(Trýst á myndina og hon verður størri)
Tann 4. februar 1942 kom eitt týskt flogfar inn yvir Vág. Flogfarið legði leiðina inn yvir Marknoyri og slepti har fýra bumbur. Flogfarið helt leiðina áfram vestur yvir Vág og skutu teir við maskinbyrsu frá flogfarinum, meðan flogfarið fleyg yvir bygdini.
Nú 60 ár seinni er ein mynd komin undan kavi, sum er tikin hendan dagin í februar í 1942, av júst hesum flogfarinum.
Lydia Vestergaard (gift Larsen) var farin út í túni at taka mynd av børnum frammanfyri húsini. Meðan tey standa frammanfyri húsini hoyra tey bumbur bresta, maskinbyrsuskot og larmin frá einum flogfari. Lydia ger skjót av og tá flogfarið flýgur yvir húsunum, tekur hon mynd av tí.
Lydia giftist til Porkeris og hevur myndin verið hjá teimum í Gjørðum í Porkeri øll hesi árini. Og hagani hevur Vágs Sóknar Bygdasavn nú fingið myndina. Torgir Strøm í Porkeri skannaði myndina inn og Rógvi N. Johansen reinsaði myndina.
Leggjast kann afturat, at bert tríggjar av bumbunum, sum flogfarið slepti á Marknoyri, brustu. Tann fjórða varð funnin tá grivið varð út fyri Eldrasambýlinum í Vági. Bumban varð tá flutt í grótbrotið í Porkeri og sprongd.
Kelda: www.vagsbygd.com og Vágaportalurin 20/3-2012