Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Skuggin av enskari rósu skal fella á gravsteinin

Group Captain Steve J. Lloyd, RAF, varaleiðari í søgudeildini hjá RAF, Bretlandi, var í morgun kl. 9 og legði krans við gravirnar í herkirkjugarðinum í Miðvági. Við honum vóru nøkur umboð fyri Krígssavnið.

Við kransin hefti hann kort har á stendur: “This Wreath is laid in remembrance of All Royal Air Force and Allied Airmen who are either buried on the Faroes or perished in the surrounding waters and have no known grave.”

Annars las hann eisini nøkur orð upp á enskum, har sagt varð nøkunlunda soleiðis, leysliga týtt og stytt nakað:

Latið okkum minnast hesar fallnu fyri Guds ásjón, hesir sum fullu fyri sítt land í kríggi, hesar, sum vit vistu um og hvørs minni vit virðismeta og allar, sum hava liva og doyð í tænastuni hjá mannaættini. Teirra lutur var ikki at tyngjast av elli eins og vit.

Í herkirkjugarðinum í Miðvági standa 14 gravsteinar yvir 14 gravir. Um ein lesur á steinunum so sæst, at her liggur ein frá Royal Artillery, fýra frá Royal Engineers, ein frá Royal Army Ordonance Corps, tríggir frá Pioneer Corps, ein frá Royal New Zealand Air Force, ein frá Royal Australian Air Force og tríggir frá Royal Air Force.

Fimm av flogmonnunum, sum liggja grivnir í hernaðar kirkjugarðinum í Miðvági doyðu hin 9. november 1942, tá eitt Whitley flogfar datt niður í Suðuroy. Niels Juel Arge skrivar í Stríðsárini 4, at líkini vórðu førd til Miðvágs við vápnaða trolaranum “Bressay”. Har tey vórðu grivin í bretska herkirkjugarðinum við stórari luttøku av bæði vágafólki og bretskum herdeildum.

Sjálvt um kransurin helst var hugsaður til allar teirra, sum liggja í kirkjugarðinum, so var hann serliga ætlaður teimum frá RAF. Og tað var eisini við grøvuna hjá einum av teimum, at kransurin varð lagdur. Ein ungur flogskipari, sergeant R.R. Best, sum doyði hin 9. november 1942, bert 20 ára gamal.

Við allar gravsteinarnar eru plantaðir rósurunnar. Steve Lloyd greiddi frá, at hetta var ikki bara tilvild. Her liggur ein vøkur hugsan aftanfyri og tað er vanligt allastaðni í bretskum herkirkjugørðum at hava tað soleiðis, ikki minst teimum, sum ikki eru á bretskari jørð. Hugsanin er, at sum sólin gongur yvir himinin gjøgnum dagin, so skal skuggin av einari enskari rósu á onkrum tíðarbili hvønn dag fella á gravsteinini hjá tí falna.

Myndir og orð: Sonni Jacobsen