Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Sonevnd Homer- & Fixer Service støð frá Seinna heimsbardaga

 Skitsa av hvussu støðin virkaði

Á Suðurtriðingi í Sørvági, millum flogvøllin og Vatnið, stendur ein lítil betongsmátta frá krígnum. Smáttan er so passaliga væl frá vegi og øllum, at tað munnu vera tey fægstu, sum í heila tikið hava bitið merki í, at hon er har. Sjálvur eri eg ein teirra.

Hevði tí fingið ein skyldmann og eigara á Suðurtriðingi, Herálv Jacobsen, at vísa mær hvar nágreiniliga hvar smáttan stendur. Hetta eisini tí tað eru mong krígsminni í Vágum og eg skuldi helst finna tað rætta.

Nú captain Steve Lloyd, søgufrøðingur frá R.A.F. var her og helt fyrilestur, fingu vit bráddliga at vita, at júst hendan smáttan hevði sera stóran týdning undir krígnum fyri flogvøllin. Eftir annleggið á Hálsi, har S.O.R. bygningurin og Tornið standa, metti Lloyd at hetta var mest umráðandi bygningurin í smb. við flogvøllin.

Húsið var ein sonevnd “Homer- & Fixer Service støð” fyrri parturin leysliga týtt til “heim-støð”. Líknandi system verður faktiskt brúkt tann dag í dag, segði ein flogskipari, sum eisini var til fyrilesturin. Lloyd greiddi frá, at tá flogfør hjá RAF skuldu finna beinu leiðina til flogvøllin, uttan at skula skinkla ov nógv higar og hagar og leita, so gav tað seg til kennar og sendi umbøn til flogvøllin um eitt “homer-signal”. Tá flogfarið varð eyðmerkt, fekk tað sendandi eitt signal at flúgva eftir móti Vágum.

Støðin hevði eisini eina aðra funktión, tað var at vera partur av eini sonevndari “Fixer Service”, tað var, at flogfør, sum flugu í norðarða parti í Atlantshavinum millum Bretland og Ísland høvdu trý føst fix-funkt, sum tey vistu um og kundu biðja um at fáa. Eitt var í Bretlandi, eitt í Íslandi og so tað triðja í hesi smáttuni. Tá flogfarið fekk hesi trý signalini inn, so kundi tað staðfesta innanfyri fáar metrar hvar tað var statt.

Lloyd var tí ógvuliga fegin um, at hann hevði bitið merki í bygningin. Tí hann hevði faktiskt sjálvur lokaliserað hann við kikara frá Vatnavegnum, segði hann. Hetta tí hann visti, at ein slíkur bygningur átti at vera stutt frá flogvøllinum. Tað, sum eisini sannførdi hann um, at hetta veruliga var ein Homer- Fixer støð var tá hann kom til bygningin. Júst sum hann hevði væntað, vóru á vøllinum við hvørja síðu á smáttuni tríggir stórir betongklossar við holum í á  miðjuni. Her stóðu fýra høgar mastar við antennum. Ein antenna gekk eisini beint niður í smáttuna.

Signalini frá og til smáttuna vórðu stýrd frá SOR bygninginum, og samskiftið við flogførini eisini.

Hann segði eisini, at hetta var tann einasti bygningurin av slíkum slag, hann sjálvur hevði sæð og verið inni í. Í Bretlandi vóru slík hús eisini undir krígnum við allar RAF flogvallirnar, men har bygdu teir húsini av timbri og tí vóru tey ikki longur.

 Orð og myndir: Sonni Jacobsen