Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Spennadi framløga í kvøld

Nýggja spennandi byggiætlanin hjá Krígssavninum verður løgd fram á aðalfundinum í kvøld.

Krígssavnið hevur aðalfund í kvøld 24. februar kl. 20.00.

Tá ið aðalfundurin er liðugur, verður nýggja spennandi byggiætlanin hjá Krígssavninum løgd fram.
Eitt sokallað “prospekt” er gjørt, har greitt verður frá, í stuttum og við nógvum góðum myndum:

  • Føroyar undir seinna heimsbardaga
  • Verandi krígssavn
  • SOR bygningurin
  • Nýggja verkætlanin
  • Byggiætlan
  • Rakstrarætlan

Á fundinum ber til at tekna limaskap í Krígssavninum. Allir limir fáa nýggja prospektið.

Vælkomin á spennandi fundin á Krígssavninum í kvøld kl. 20.00. Góðir parkeringsmøguleikar.

Krígssavnið