TÍÐINDASKRIV
Krígssavnið verður opið í vikuskiftunum í summar
Á Krígssavninum, sum nú er í SOR bygninginum við flogvøllin, hevur verið arbeitt støðugt við at seta ein part av bygninginum í upprunastand, har framsýningin er sett upp.
Arbeiðið hevur gingið væl, og hóast vit ikki enn eru komin á mál, er ætlanin at lata spakuliga upp aftur fyri vitjandi.
Vit taka sjálvandi leiðbeiningina um at forða fyri smittuspjaðing sera álvarsliga, serliga nú tá ið tað verður latið upp fyri, at ferðandi kunnu koma til Føroyar úr fleiri londum.
Frá komandi leygardegi 20. juni 2020 fer Krígssavnið at verða opið
leygardag og sunnudag kl. 14-17.
Til ber eisini hjá bólkum at ringja og biðja um at sleppa at vitja savnið uttan fyri tær føstu tíðirnar í vikuskiftinum.
Nevndin fyri Krígssavnið fer alla tíðina at fylgja væl við og er til reiðar at gera broytingar í vitjanartíðunum, um onkur broyting verður, sum ger tað neyðugt.
Kunning um hetta fer at liggja á heimasíðu okkara ww2.fo og á okkara facebook-síðu.
Opið er á Krígssavninum:
Varðagøta 61
380 Sørvági
Juni-august
Leygardag og sunnudag: 14:00-17:00
Kostnaður:
Vaksin: 50 kr.
Børn (undir 14 ár, saman við vaksnum): ókeypis.
Rundvísing: 500 kr.
Bólkar: 30 kr. fyri hvønn persón + 500 kr fyri rundvísing.
Til ber eisini at bíleggja vitjan aðrar dagar í vikuna á tel. 221940.
Kostnaður: 500 kr + atgongugjald (sí omanfyri).