Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Trý høli tikin í nýtslu

Ein partur av SOR-bygninginum hevur leingi verið avlæstur. Í vetur hevur verið arbeitt við at seta henda partin í stand, so hann nú er ein partur av Krígssavninum.
Talan er um trý høli, sum upprunaliga vóru hitaverk, elverk og luftskiftisrúm.
Øll hesi høli vóru sera týðandi fyri virksemið í bygninginum.
Hølini vóru upprunaliga fyri seg, so at atgongd bara var uttanífrá, og ongin hurð var inn til loyniliga virksemið í sjálvum SOR-bygninginum.
Nú ber til at sýna fram og greiða frá tí spennandi søguni, hvussu hesi hølini vóru nýtt.