Booklet / faldari

Prospekt

Facebook

Túrur hjá the Pioneers til Vestmanna í 1943

Úr grein í “The Pioneer” blað nr. 4, desember 1943

Fríggjadagin 23. juli avgjørdi ovasti okkara, at so nógvir Pioneers sum gjørligt skuldu sleppa eina útferð í vikuskiftinum. Hann setti seg í samband við “N.O.I.C.”, sum merkir, Ovastin fyri marinuna, og “O.C. Fareo Islands Forces” – Ovastan fyri herdeildirnar í Føroyum, sum sendu 2 skip at føra hermenninar til Vestmanna.

Hesin sjótúrurin var nú ikki tann fyrsti hjá mongum okkara hesar dagar, tí dagin fyri, um middagsleitið, kom róp í: “Grindaboð!” (ella “Grinder-bo!” sum teir skriva) og geltu hesi boð um allan Sørvág. Øsingin millum tey lokalu smittaði av upp á hermenninar og eftir kl. 17 vóru hermenn at síggja við umborð á øllum bátum, sum fóru av Sørvági og út í Tindhólm, har grindin var. Øsingin var so stór, at nógvir náddu ikki at fáa sær nátturða áðrenn teir skulu møta til arbeiðis til kvøldvakt. Sjálvt Group H.Q. (Bólka høvusleiðslan) varð tikin av fótum av spenninginum. Drápið var av kl. 23, og áhugin reikaði millum “Grind at Sorvagur” og “Gentir at Vestmannahavn”.

Skemtitekning úr blaðnum. Troppaskipið eitur “Grindaboð”. Á posanum hjá tí nærmasta hermanninum, sum fær eina skolu, stendur hálvt á føroyskum og hálvt á enskum: “Ikki swag” (ikki tjóvagóðs) og heryvirmaðurin rópar “So tú hevur bara 10 sigarettir?”

Í fyrstuni var ivamál um tað nú fóru at vera líkindi at gera túrin kortini, men verðrið batnaði nakað og við vanligum ivasemi um Føroyska verðurlagið, varð avgjørt at taka kjansin.

Vit fóru frá kampunum kl. 9.45 um morgunin og vóru umborð á skipinum kl. 10.15, og “slagskipið” og “destroyarin” (skemt) sigldu so út av fjørðinum. Nógvir av okkum vóru fegnir um, at líkindini, hóast alt, vóru so góð at sigla, sum tey vóru. Virksemið umborð var eisini munandi størri enn tað vildi verið um ringt hevði verið í sjónum. Summi fólk sýnast altíð at vera á rætta stað til røttu løtu, óansæð hvar tey so eru. Og tað gingu tá ikki meira enn 10 minnutir, so stóðu 2 ketlar við teavatni á kóki – onkur má hava latið hurðina á galluni staði opna.

Útsýnið var tignaðarligt á báðum síðun, meðan vit sigldu. Fjøll og bjørgir  reistu seg køld og ófrættakend upp úr havinum. Men tá ið vit komu inn á Vestmanna gjørdist sjónin bráddliga meira vinarlig, og vit kendur okkum vælkomnar, tá vit sóu inn á hugnaligu og ymiskt littu húsini í bygdini. So títt og knapt vit vóru komnir í land var ovurhugur at síggja seg um og hetta gjørdu vit so skjótt vit fingu møguleikan.

Major Hudson, sum hevði latið hundarnar hjá sær vera eftir, tí teir ikki tola rull og kaptein Thomsen vóru ikki seinir at fara ein túr runt í bygdini. Leiðararnir fyri 237. komaní og 56. kompaní avgjørdu, at fara hvør sína leið, til vinstru og til høgru í bygdini. Offiserarnir hjá 35. kompaníi komu at vitja 56. kompaní og vóru ovfarnir av, at vit høvu tikið nærum alt við uttan komfýrin, men bert eina hálva fløsku (tær eru tíverri rationeraðar nú).

Fleiri okkara løgdi beinanvegin til merkis ein handil, sum minti ikki sørt um Woolworths. Tíverri eru hesar útferðirnar sunnudagar – vit høvdu annars ynskt, at kunna keypt okkurt har at hava heim við til konuna. Húsini í bygdini her sóu betur út enn tað vit vóru vanir við og børnini sóu sera rein og sunn út. Tey, sum ikki vóru ljóshærd høvdu silvurljóst hár og vóru klædd í klæðum í alskins litum og sniðum.

Mynd er í blaðnum har teksturin sigur, at Proudfoot majorur býtir út vinningar. Einki verður kortini nevnt í greinini, hvat hetta snýr seg um, men helst hava teir skipa fyri kapping av onkrum slag millum børnini. Myndin sýnir, at onkur fær eit leiku-tanks og annar eitt leiku-herskip telgt úr træ.

Um onkur kennist við hvørjir dreingirnir eru, so skrivað til info@ww2.fo

Á hesum leiku-herskipinum, sum savnið eigur, stendur “30 Group” og “56”, sum merkir, 56. kompaní, 30 Group Pioneers. Nakrir av hesum vóru í Vestmanna hendan dagin.

Hetta leiku-tanksi vann Andrias Lava Olsen úr Havn sum smádrongur í kapping í Vestmanna, tá hann var har og vitjaði mostur sína. Pioneer hermenn úr Vágum skipaðu fyri hesi kapping, møguliga henda sama dagin umtalaður er. Á tanksinum er málað aftast við vakrari skrift “30 Group Pioneer Corps”. Tanksið er til skals á savninum.

Flestu hermenninir funnu okkurt hús, har teir vórðu bodnir inn at hvíla beinini eina løtu, og sum ein sigur, alt gott fær ein enda. Vit máttu avstað aftur.

Skemtitekning úr blaðnum. Kokkurin sigur við hermannin, sum ikki sær út til at hava tað ov gott: “Hvat feilar, hetta er ein føroysk uppskrift frá oberstinum!” – Sum helst sipar til, at J.E. Adamson oberstloytnantur plagdi at hava greinar í blaðnum, har hann m.a. greiddi frá gomlum føroyskum siðum og føroyskum mati.

Orkestrið, okkara endurnýggjaða, No. 1 Pioneer Band, spældi kend løg á einum stað miðskeðis í bygdini og løgdu sær eina við at siga teimum góðu fólkunum úr Vestmanna, at vit høvdu notið dagin her.

Tá vit skuldu fara skifti veðrið og tað fína sirmið skifti til grovt regn. Hóast hetta máttu ein ella tveir, sum høvdu arbeitt skjótt, skunda sær at eta jarðberini og kremið og kyssa tí vøkru jomfrúnna farvæl og renna oman á keiina, áðrenn skipið fór.

Haldi eg tosi fyri teir flestur, tá eg sigi, at vit nutu hendan túrin og eg ivist ikki í, at tað vera nógvar tilmeldingar til ein slíkan annan túr. Vit takka J.E. Adamson oberstloytnanti fyri, at hann gjørdi tað møguligt hjá okkum at sleppa hendan túrin. Hann hevur sent Olsen sýslumanni í Vestmanna eitt bræv og biðið hann takka øllum fyri tí góðu móttøkuna vit fingu frá øllum fólkinum í Vestmanna. Minni um hendan túrin ferð at vara leingi og nógv vinarbond vórðu knýtt. Vit takka eisini leiðsluni fyri marinuna, herleiðsluni, skiparum, yvirmonnum og manningunum á báðum skipunum, fyri at gera okkara útferð so væleydnaða.

 Ein av mongum

 —

Viðmerkast kann, at grind doyði í Tindhólmi hin 24/7-1943, 132 hval og vá hon 557 skinn. Ferð teirra til Vestmanna hevur sostatt verið sunnudagin 25/7-1943.

Sonni Jacobsen